Armini Bielefeld, við Jóan Símuni Edmundsson frá byrjan, hevur nú lagt seg á odda í 2. Bundesliguni. Armini Bielefeld vann í dag 3-1 á SV Darmstadt 98, meðan kappingarneytarnir úr Hamburg SV og VfB Stuttgart báðir taptu.
Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið við frá byrjan síðani 1-1 javnleikin móti Stuttgart 21. oktober. Sterki áleyparin, Fabian Klos, skroaði tvær ferðir tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Jóan Símun Edmundsson bleiv útskiftur eftir 67 minuttir.
Løtu seinni minkaði heimaliðið um munin, men móti dystarenda staðfesti Andreas Voglsammer sigurin við máli til 3-1. Sigurin hevur fingið eyka stóran týdning, eftir at Hamburg SV tapti fríggjakvøld, og ú dag tapti Stuttgart eisini.
Tað merkir at Arminia Bielefeld er nummar eitt í 2. Bundesliguni við 32 stigum, meðan Hamburg og Stuttgart hava ávikavist 29 og 26 stig. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í Bundesliguna, sum er besta deildini í Týsklandi. Nummar trý skal spæla upp og niðurflytingardystir.
SV Darmstadt 98 – Arminia Bielefeld 1-3 (0-0)
0-1 Fabian Klos, 48
0-2 Fabian Klos, 49
1-2 Tobias Kempe, 71
1-3 Andreas Voglsammer, 90