Jóan Símun: Okkurt var betri ósagt

FM1: Tað sigur Jóan Símun Edmundsson, sum tó stendur við partar av kritikkinum

Mynd: (Bjarni Enghamar)

Mynd: (Bjarni Enghamar)

##med2##

Tað var eftir landsdystin móti Norra, at Jóan Símun Edmundsson var bersøgin í samrøðu við Portal.fo og kallaði fyrireikingarnar fyri elendigar, og segði at tað var til tíðir pínligt at vera á vøllium. Í dag er lagið betri á toftamanninum, sum var prátingarsamur til dystarvenjingina á Friends Arena, hóast allir spurningarnir ikki vóru so hugaligir.

- Tað vóru nokk onkur ting, sum eg segði, ið vóru betri ósøgd. Tú er vónbrotin eftir dystin, kenslurnar sita uttaná og vit hava gjørt eitt vánaligt avrik. So kemur ein rekatión, og tað ger kanska eyka ilt, tí tað er eitt annað norðurland. Tað er Norra og eg havi spælt har, og tú vilt so gjarna gera tað gott og vísa Føroyum frá okkara bestu síðu, sigur Jóan Símun, ið eisini hevur tosað við landsliðsvenjaranum um hendingina.

 ##med3##

- Eg havi tosað við Lars um tað. Vit sleppa ikki á gras fyrr enn dagin áðrenn dyst, men soleiðis er tað nú eina ferð. Vit læra nógv tí sum spælarar og kanska eisini FSF lærir, sigur toftamaðurin.

Hann vísur eisini á, at sum lítil tjóð er tað týdningarmikið at leita eftir øllum fyrimunum, fyri at kunna fáa eitt úrslit.

- Sum ein lítil tjóð vita vit, at vit eru upp ímóti yvirmaktini so at siga hvørja ferð. Tí snýr tað seg um at gera alt, alt, alt tað, sum vit kunnu, fyri at fáa so góðar fyrireikingar sum gjørligt, so vit hava so góðar treytir, fyri at kunna avrika so væl sum vit kunnu. Tað skuldi ikki brúkast sum umbering, tí vit avrika so langt frá tí sum vit kunnu, óansæð fyrireikingar. Tað var ikki gott nokk, sigur Jóan Símun bersøgin.

##med4##

Aftur til tað gamla

Jóan Símun Edmundsson vónar eisini, at føroyska liðið finnur aftur til gomludygdirnar, har verjuspælið er í hásæti. Og hann er sinnaður at sveitta blóð.

- Vit skuldu líka brúka ein dag ella tveir fyri at koma yvir tapið, tí tað bleiv so eyðmýkjandi sum tað bleiv. Motivatiónin hevur ongantíð verið hægri, og vit hava allan dagin í morgin at lada upp. Svenskarar tosa um at gera nógvar broytingar, meðan vit skulu aftur til góðu gomlu dygdirnar og kanska spæla eitt sindur meiri primitivt. Vit skulu verða í øllum tvídystunum og stríðas til vit sveitta blóð, sigur toftamaðurin og leggut at enda afturat:

- Tað handlar um avrikið. Vit skulu simpulthen út at vísa okkum frá okkara bestu síðu. Og so skulu vit kempa og kempa, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Jóan Símun Edmundsson.

FM1 er á staðnum, tá Føroyar í morgin spæla móti Svøríki á Friends Arena. Dysturin byrjar klokkan 19.45. 

##ms##

Mynd: (Bjarni Enghamar)

FM1: Samrøða við Jóan Símun Edmundsson

Mynd: (Bjarni Enghamar) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Norra

Mynd: (Bjarni Enghamar)