Jóan Símun: Tveir dystir kann verða ov nógv

FM1: Nógv bendir á, at toftamaðurin verður spardur til dystin móti Malta

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Svøríki fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Svøríki fyrr í ár

##med2##

Landsliðið vandi fyrrpartin á Tórsvølli undan EM-landsdystunum móti Rumenia og Malta, sum verða 12. og 15. oktober. Venjingin gav ábendingar um, at Jóan Símun Edmundsson verður spardur til dystin móti Malta, tí hann hevur eit eymt knæ.

- Status er at eg vandi fult við í dag, men tað er rætt at eg havi okkurt í knænum. Eg fór út næstseinasta dyst við onkrum í knænum, og graslíkið er ikki mín besti vinur beint nú. At spæla tveir dystir á graslíki upp á tríggjar dagar kann verða ein trupulleiki, sigur Jóan Símun Edmundsson eftir venjing í dag.

##med4##

Tá Lars Olsen setti liðini upp, var ongin vestur til toftamannin, sum annars altíð byrjar inni, tá hann er tøkur til lansdsliðið.

- Fyri tað um summir spælarar hava vestar í dag, so merkir tað ikki at teir byrja leygardagin. Liðið verður ikki sett fyrr enn tá. Eg taki eina venjing á gangin og so fáa vit síggja hvussu tað verður. Dysturin er um tveir dagar og nógv kann henda fram til tá. Landsliðsvenjarin ger sær sjálvandi nakrar taknar um hvat er best fyri hópin, og vit kunnu ikki spæla við spælarum, sum ikki eru hundrað prosent, so nú fáa vit at síggja, sigur Jóan Símun Edmundsson.

##med3##

Hart fyri kroppin

Føroyski landsliðsspælarin í Bieledeld, hevur spælt nógv fyri Arminia seinastu tíðina. Felagið er partur av uppflytingarstríðnum til Bundesliguna saman við stórfeløgum sum Stuttgart og Hamburg. Mánadagin vann Arminia 1-0 á VfL Osnabrück.

- Allir dystirnir eru harðir. Mánadagin spældi eg mitt á miðjuni og tað var øgiliga nógv renning. Eitt sindur øðrvísi enn eg eri vanur við. Jú hægri stigi tú spælir á, jú meiri krevjandi er tað fyri kroppin og tað merkist. Soleiðis er tað nú einaferð. Vit eru í toppinum í løtuni og tá merkir tú ikki møðina upp á sama máta, og tá verður tú noyddur at siga frá, tá tú følir nakað, sigur Jóan Símun og leggur afturat:

- Eg havi heldur ikki vant fult við í Arminia tær seinastu vikurnar, men havi spælt dystirnar. Tað er ikki optimalt, men tað er ringt at siga nei, sigur toftamaðurin.

 ##med5##

Vil gjarna spæla

Hóast knæið sigur nei, so er hugurin hjá Jóan Símuni at spæla á landsliðnum betri enn nakrantíð.

- Hugurin hevur ongantíð verið betri. Eg gleði meg hvørja ferð at spæla landsdyst, og koma heim og tosa føroyskt og síggja familjuna. Tað er framvegis líka stórt, men úrslitini hava verið minni góð og tað blíva vit øll líka frustreraði av, sigur føroyski landsliðsspælarin og leggur at enda afturat:

- Nú hava vit so tveir nýggjar møguleikar at fáa tvey góð úrslit. Sum allir aðrir, so gleði eg meg til uppgávurnar, sigur Jóan Símun Ednundsson at enda.

EM-landsdysturin millum Føroyar og Rumenia verður leygardagin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn og upptakt verður frá klokkan 15. Fríggjadagin klokkan 16 verður Lars Olsen gestur í Fótbóltspanelinum.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Svøríki fyrr í ár

FM1: Samrøða við Jóan Símun Edmundsson til venjing á Tórsvølli í dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson til landsliðsvenjing mánadagin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóannes K. Danielsen, Adrian Justinussen og Magnus Egilsson hita upp

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson í dysti móti Svøríki, sum vann 4-0