Jóan Símun verður ikki við

2. Bundesliga byrjar aftur um vikuskiftið, men Jóan Símun Edmundsson fær ikki spælt.

Í dag fer bólturin aftur á rull í næstbestu týsku deildini, 2. Bundesliga, har Arminia Bielefeld við Jóan Símuni Edmundssyni á liðnum í løtuni er oddalið.

Arminia Bielefeld spælir í morgin kl.12.30 á heimavølli ímóti VfL Osnabrück, men Jóan Símun Edmundsson verður ikki við.

Radio Bielefeld skrivar, at Jóan Símun hevur trupulleikar í tí eina knænum, og at hann tískil ikki fær verið við nú týskur fótbóltur byrjar aftur eftir korona-steðgin.

Arminia Bielefeld er nummar eitt, seks stig frammanfyri nærmasta eltaran, sum VfB Stuttgart. Níggju dystir eru eftir at spæla.