Jóan Símun við tveimum málum

Føroyski landsliðsspælarin er í stórformi fyri Arminia Bielefeld og skoraði eina perlu av einum máli

Jóan Símun Edmundsson skoraði tvær ferðir í dag, tá Arminia Bielefeld vann 2-1 í venjingardysti móti SC Verl, ið spælir í fjórðbestu deildini.

SC Verl kom á odda tíðliga í dystinum og helt leiðsluna líka til eitt korter restaði í. Tá tók toftamaðurin í Bielefeld yvir. Fyrst skoraði Jóan Símun upp á brotsspark. Stóra løtan í dystinum kom, tá klokkan var farin um 88. minutt. Hann verður spældur leysur á miðjuni og rekur fram móti brotsteiginum, áðrenn hann smekkar bóltin í málhornið til 2-1.

##med2## 

Arminia Bielefeld spælir í løtuni nógvar venjingardystir undan nýggju landskappingini, ið byrjar mánadagin 29. juli á heimavølli móti St. Pauli. Jóan Símun Edmundsson hevur havt trupulleikar við knænum, men sær út til at vera blivin klárur aftur.