Jóan Símun víðari í týsku steypakappingini

Arminia Bielefeld hevði føroyska landsliðsspælaran á vøllinum allan dystin

Arminia Bielefeld vann í dag 1-0 á fjórðu deildarfelagnum FC Viktoria 1889 Berlin í týsku steypakappingini. Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á miðjuni hjá 2. Bundesligafelagnum.

Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at 150 fjepparar hjá Arminia Bielefeld settu sín dám á Berlin á veg til leikvøllin. Tó gekk tað illa at fáa skapt málmøguleikar í opnum spæli fyrsta korterið, hóast mótstøðuliðið spælir í eini av økisdeildunum í fjórðu deild.

Tað skuldi eitt hornaspark til, áðrenn Andreas Voglsammer kundi stúta favorittarnar úr Arminia Bielefeld á odda. Gestirnir høvdu eisini onkran stóran málmøguleika afturat, men tað endaði við 1-0. Enn er ikki greitt hvørjum Arminia skal møta í øðrum umfari.

Um eina viku spælir Arminia Bielefeld í landskappingini móti FC Erzgebirge Aue, sum hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar og hevur fult stigatali. Arminia hevur spælt tveir javnleikir.