Jóannes er tann fyrsti í 30 mánaðir

Tað er ikki á hvørjum degi, at KÍ eigur ein millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum

Fyrr í dag var tað greitt, at landsliðið, sum í kvøld skal í spanska eldin suðuri á Iberisku hálvoynni, verður í øðrvísi útgávu, enn tað var hóskvøldið, tá ið tað á heimavølli endaði við 4-0 tapi ímóti Svøríki.

Ein av trimum nýggjum millum teir fyrstu ellivu er Jóannes Bjartalíð úr KÍ, sum higartil í ár hevur verið millum teir eyðsýndastu í heimligu kappingini, og sum stóð seg væl ta løtuna, hann hóskvøldið var á vøllinum.

Hóskvøldið var hann í 27 minuttir á vøllinum. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 23 ára gamli framrættaði klaksvíkingurin var á A-landsliðnum. Hann hevur altjóða royndir við at spæla í europeisku kappingini við KÍ og við at spæla á U-landsliðunum. 18 ferðir hevur hann umboðað føðilandið á U-21 landsliðnum og fýra ferðir á U-17 landsliðnum.

Tað er annars ikki á hvørjum degi og hvørjum ári, at KÍ eigur spælarar millum teir fyrstu ellivu á A-landsliðnum. Hálvttriðja ár er síðani, at KÍ spælari seinast var millum teir fyrstu ellivu. Tað var 25. mars í 2017, tá ið Føroyar spældu HM undankappingardyst í Andorra og úrslitið var málleysur javnleikur.

Ta ferðina var Páll Klettskarð fremsti maður á føroyska liðnum. Síðani tá hevur landsliðið spælt 15 ferðir, uttan at nakar KÍ spælari hevur verið millum teir fyrstu ellivu.

Í kvøld verður Jóannes Bjartalíð framrættaður í vinstra borði.