Jóannes: Kvaliteturin hevur verið góður

Undir seinastu venjingini, áðrenn dystin móti Svøríki, fekk FSF Varpið orðið á hjálpavenjaran, Jóannes Jakobsen. Hann heldur millum annað, at sviar eru nøkulunda sum Norra – kanska eitt sindur betri

Í morgin (hósdagin 5. september) klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fimta dystin í undankappingini til EM 2020. Hesaferð skulu vit royna okkum móti Svøríki, sum, seinast teir vóru í Føroyum, vunnu 2-1, eftir at Rógvi Baldvinsson legði Føroyar á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

Undir seinastu venjingini áðrenn dystin móti svium, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjarar, Jóannes Jakobsen, sum heldur, at Svøríki er á nøkulunda sama støði sum Norra – ella kanska eitt sindur betri.

Hann letur eisini væl at kvalitetinum á venjingin og fyrireikingunum til dystin. Hann leggur dent á, avrikið altíð er avgerandi fyri nøgdsemi eftir dystin.

##med2##

FSF Varpið: Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum