Jóannes og Heidi eru ársins leikarar

Jóannes Bjartalíð og Heidi Sevdal vóru best í føroyskum fótbólti 2019.

Á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið, FM1 og FSF skipa fyri á Hotel Hafnia í kvøld, eru stóru heiðrarnir sum ársins leikarar í føroyskum fótbólti nú handaðir.

Hjá monnunum var tað Jóannes Bjartalíð hjá føroyameistarunum KÍ, sum bleiv valdur. Hann var tilnevndur saman við Árna Frederiksberg (B36) og Klæminti A. Olsen (NSÍ).

Ársins spælari hjá kvinnum er Heidi Sevdal úr HB. Hinar báðar tilnevndu vóru Eyðvør Klakstein, (KÍ) og Jacoba Langgaard (ÍF/Víkingur/B68).

Heidi Sevdal sigur seg harmast um, at HB ikki fekk meistaraheitið, men hon fegnast tó um herðaklappið og undirstrikar, at hon ikki verður yngri.

Jóannes Bjartalíð var ovfarin av at fáa heiðurin, og sigur, at hann ætlar at halda fram við at leggja uppá sum spælari.