Jóannes og Páll og KÍ kyndu eld undir toppin

Heimamenninir vóru leingi greitt omaná, men fram ímóti dystarenda minkaði HB um munin, og so var tað heilt spennandi

Tað var spennandi, tað var væl skipað og taktiskt, allir arbeiddu sum fyri lívinum, og í løtum var tað gott spæl, tá ið KÍ í fínum líkindum í Klaskvík í kvøld vann 2-1 ímóti HB.

Úrslitið ber við sær, at tað av álvara er spenningur í toppinum. KÍ er nú tvey stig aftanfyri HB, sum legði rygg til annað tapið í ár. Tað fyrra var fyri einum fjórðingsári síðani, tá ið havnarmenn fóru úr Runavík sum av torvheiðum.

At HB hevur øgiligan moral og ongantíð leggur kongin sást fram ímóti dystarenda. Klaksvíkingar vóru fyrsta stóra tíman greitt omaná, og tá ið teir við málum fýra og tíggju minuttir steðgin løgdu seg framum 2-0, kundi tað sæð út til, at alt var avgjørt.

Men HB koyrdi á, og tá ið tað eitt korter undan leikloki eydnaðist at minka um munin, var spenningurin aftur heilt stórur, og tað var hann, inntil fíni dómarin, Kári J. á Høvdanum, bríkslaði fyri síðstu ferð.

Rómin var øgiligur í heimaleguni – bæði á og kring vøllin – og tað var ikki so undarligt. Tí úrslitið ber við sær, at spenningurin í toppinum er øktur, og nú hava bæði HB og KÍ møguleika sjálvi at avgera, hvør verður meistari.

Avrikið og úrslitið vístu eisini, at KÍ liðið, nú tað restar ein triðingur av kappingini, er heilt væl trimmað. Tað hekk væl saman millum keturnar, Kristian var stinnur í málinum, verjan gav millum lítið og einki burtur, miðvøllurin var skilagóður, spælararnir hildu seg væl til tað, sum var avtalað, og í álopinum spældu Páll A. Klettskarð og Ole Erik Midtskogen við øgiligum vilja og umhugsni.

Fram ímóti dystarenda vórðu tveir nýggir spælarar skiftir inn. Tað boðar frá, at kappingin um plássini er ógvuliga stór.

Klaksvíkingar løgdu bragdliga fyri, og teir vóru ágangandi og sum oftast eitt lítið vet undan mótstøðumonnunum.

Klaksvíkingar vunnu seg til fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki:

Tann størsti var tað, tá ið Jóannes K. Danielsen frammarlaga í høgru vann bóltin og legði flatt innfyri, har Páll A. Klettskarð mitt fyri málinum og sjey metrar úti smekkaði til. Teitur Matras Gestsson í HB málinum stórbjargaði, og so var tað væl upplagdi Jesper Beck, sum er vongverji í vinstru, sum royndi seg við lumpisligum skoti, men Teitur M. Gestsson stórbjargaði.

HB hevur havt ein góðan møguleika, tá ið bólturin eftir langt útspark frá Teiti Matras Gestsson varð snittaður inn um verjuna. Mikkel Dahl varð leysur, men Odmar Færø taklaði sera væl.

KÍ vann sjey hornaspørk í fyrra hálvleiki og HB einki. Beinanvegin eftir steðgin vann HB tvey hornaspørk.

Fýra minuttir eftir steðgin vann HB horna fyri aðruferð. Hetta var í vinstru. Bólturin endaði í handara borði hjá Patrik Johannesen, sum við fínari sending spældi Jóannes Bjartalíð, og ársins spælari i 2019, sum higartil ikki hevði verið so eyðsýndur, streyk framum verjuna og sendi av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru bóltin flatt í handara síðunetið.

Tíggju minuttir eftir steðgin økti Páll A. Klettskarð um munin til 2-0. Sera eyðsýndi Ole Erik Midtskogen vann fríspark frammarlaga í høgru, Jóannes Bjartalíð legði við frísparki innfyri, og har var Páll A. Klettskarð, sum í altjóða dystunum í summar av álvara fann støði, ið hann so ofta hevur víst. Páll smekkaði bóltin í málið, og fagnaðurin og fýrverki gelti í dýrdarveðrinum.

Og Páll A. Klettskarð var um reppið at økja um munin, tá ið ein stórur tími var farin. Patrik Johannesen legði eftir horna úr vinstru innfyri, og Páll sendi við høvdinum bóltin á tvørtræið og út til málspark.

HB menti seg síðstu løtuna. Í 64. minutti endaði gott HB álop við, at Daniel Johansen eitt sindur úr høgru og 22 metrar úti smekkaði til, men bólturin streyk framvið handara stólpa.

Tá ið eitt korter var eftir, minkaði HB um munin. Adrian Justinussen sneiddi seg ógvuliga snilt leysan á baklinjuni, og tá ið bólturin datt niður á málstrikuna var Mikkel Dahl á rætta stað í røttu løtu og skoraði, og so var tað aftur heilt spennandi.

HB stríddist, men klaksvíkingar hildu høvdið kalt, bólturin var fyri tað mesta á HB hálvuni, og undir leiðslu av framúr eyðsýnda Odmari Færø helt verjan tætt.

 https://www.in.fo/myndasavn/

 

KÍ – HB 2-1 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð

2-0: Páll A. Klettskarð

2-1: Mikkel Dahl

Dómari: Kári J. á Høvdanum

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð (Abubakar Aliyu Ibrahim, 94.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 74./David Srbek, 93.)), Ole Erik Midtskogen

Gult kort: Deni Pavlovic

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe – Heri Hjalt Mohr, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 87.), Mathias Nygaaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen (Pætur J. Petersen, 60.), Mikkel Dahl

Gult kort: Heðin Hansen

Venjari: Jens Berthel Askou