Jóannes: Okkara avrik skal vera í lagi

FSF Varpið hevur tosað við Jóannes Jakobsen undan landsdystinum í kvøld

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Undir seinastu venjingini, áðrenn dystin móti Norra, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Føroyska avrikið skal vera í lagi, sigur Jóannes millum annað. 

Mánakvøldið klokkan 19:45 spælir føroyska landsliðið fjórða dystin í undankappingini til EM 2020, tá Norra kemur á vitjan á Tórsvølli.

Seinnapartin sunnudagin var seinasta venjingin á skránni, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, sum leggur stóran dent á, at føroyska avrikið má og skal vera í lagi, um vit skulu hava nakran møguleika ímóti Norra.

##med2##

In.fo gitar liðið:

Føroyar (4-2-3-1) Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Rógvi Baldvinsson – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Klæmint A. Olsen

 ##med3##

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

FSF Varpið: Samrøða við Jóannes Jakobsen