Jóannes: Tað er ikki heilt ómøguligt

FSF Varpið: Vantandi dystarvenjing er ein avbjóðing, sigur hjálparvenjari á landsliðnum

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska landsliðið hevur havt seinastu venjingina undan dystinum ímóti Norra. Í kuldanum á Ullevaal Stadion í Oslo fekk FSF varpið orðið á Jóannes Jakobsen, sum væntar eina trupla uppgávu fríggjadagin

Enn ein stór uppgáva bíðar føroyskum landsliðsfótbólti, og hesaferð er tað A-landsliðið við monnnum, ið skal dystast móti Norra á Ullevaal Stadion í Oslo. Talan er um næstseinasta dystin í undankappingini til EM 2020.

Føroyski hópurin hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg í Keypmannahavn, og hósmorgunin var kósin sett móti norska høvuðsstaðnum. Seinnapartin varð vant á tjóðarleikvøllinum hjá norðmonnum, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.

##med2##

Landsdysturin millum Norra og Føroyar verður klokkan 17. FM1 sendir frá klokkan 15.

 

 

Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

FSF Varpið: Samrøða við Jóannes Jakonsen undan dystinum móti Norra