Jóannes: Vit fara eftir sigrinum

Í samrøðu við FSF Varpið sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, at Føroyar heilt avgjørt fara eftir sigrinum ímóti Malta. Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum móti Malta, sum verður á Tórsvølli týsdagin klokkan 19:45.

Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen. Og hann er heilt greiður á málinum: Føroyska landsliðið fer eftir sigrinum ímóti Malta.

Men Jóannes Jakobsen minnir okkum eisini á, at Malta er eitt gott “verjulið”, og teir uttan iva eru nøgdir við eitt stig ímóti Føroyum.

##med2##

FSF Varpið: Samrøða við Jóannes Jakobsen undan dystinum móti Malta