Jóhan á Plógv og hesir eru úttiknir til dystin ímóti Føroyum

Danmark við nógvum heimsstjørnum í dystinum ímóti Føroyum

Jóhan á Plógv Hansen skal spæla ímóti Føroyum

Jóhan á Plógv Hansen skal spæla ímóti Føroyum

Føroyska mansliðið í hondbólti skal í juni spæla tveir teir seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020. Mótstøðuliðini eru tey somu sum tá ið Føroyar fór undir kappingina í heyst. 13. juni ynskir Montenegro hevnd fyri javnleikin í fyrsta dystinum, tá ið landið vitjar fyribils føroyska heimavøllin í Farum Arena.

16. juni eru tað føroyingar, ið ynskja at hevna avsmurningin, ið landsliðið fekk ímóti Danmark. Hesaferð eigur Danmark heimavøllin, sum verður leiktur í risastóru høllini, Gigantium, í Aalborg.

 

Danska liðið er broytt nakað síðani seinast tað spældi ímóti Føroyum, men flestu av heimsstjørnunum og heimsmeistarunum eru við - Eisini Jóhan á Plógv Hansen.

 

Føroyska landsliðið venur í kvøld sína fyrstu av mongum venjingum sum fyrireiking til dystirnar ímóti Montenegro og Danmark. Hópurin verður úttikin í næstum.

 

Danska hópurin sær soleiðis út:

Málverjar: Niklas Landin, Jannick Green, Kevin Møller.

Strikuleikarar: Simon Hald, Anders Zachariassen, René Antonsen.

Vongleikarar: Johan Hansen, Lasse Svan, Magnus Landin, Magnus Bramming.

Bakleikarar: Nikolaj Øris, Niclas Kirkeløkke, Jacob Holm, Mikkel Hansen, Mads Mensah, Rasmus Lauge, Lasse Andersson, Henrik Møllgaard.

 

/ritzau/

Jóhan á Plógv Hansen skal spæla ímóti Føroyum