Jóhan á Plógv skiftir til felag uttanfyri Danmark - Eitt av størstu feløgunum lúrir

Stórfelagið, THW Kiel hevur víst áhuga, men enn er ikki váttað hvar Jóhan á Plógv spælir næsta ár

Mynd: Bjerringbro-Silkeborg - Jóhan á Plógv Hansen spælir seinasta kappingarárið í danska felagnum

Mynd: Bjerringbro-Silkeborg - Jóhan á Plógv Hansen spælir seinasta kappingarárið í danska felagnum

Føroyingurin á danska landsliðnum tekur næsta stigið í hondbóltsleið síni eftir hetta kappingarárið.

Eftir at hava bitið seg fastan á danska landsliðnum, og fingið viðurkenning sum ein hin besti høgri vongurin í donskum hondbólti, skiftir Jóhan á Plógv Hansen til eitt felag, ið ikki er í Danmark.

Týsk feløg, og serliga størsta týska felagið í søguni, THW Kiel hevur seinastu vikurnar verið sett í samband við Jóhan á Plógv Hansen, men núverandi felag hansara, Bjerringbro-Silkeborg váttar bert at talan er um eitt "útlendskt" felag.

Fastur høgri vongur í THW Kiel hevur seinastu árini verið svenska heimsstjørnan, Nicklas Eckberg.

Mynd: Bjerringbro-Silkeborg - Jóhan á Plógv Hansen spælir seinasta kappingarárið í danska felagnum