Jóhan á Plógv til týska oddaliðið Hannover-Burgdorf

Jóhan á Plógv skiftir til Hannover-Burgdorff, ið hóttir siðbundnu oddaliðini í Bundesliguni

Jóhan á Plógv Hansen fer til felag í menning (Mynd: Reuters/Scanpix)

Jóhan á Plógv Hansen fer til felag í menning (Mynd: Reuters/Scanpix)

Fyri løtu síðani var staðfest at Jóhan á Plógv Hansen skiftir til týskan hondbólt og Hannover-Burgdorf.

Trýst HER fyri at lesa hvat in.fo skrivaði fyrr í dag.

Føroyingurin á danska landsliðnum hevur millum annað verið settur í samband við mest vinnandi felagið í týsku søguni, THW Kiel, men hevur altso skrivað sáttmála við Hannover-Burgdorf  - og tað er eitt felag í menning.

Hannover-Burgdorf hevur í nøkur ár liðið nakað undir teimum fremstu og endaði á 13. plássi í Bundesliguni í fjør.

Men í ár liggur liðið nummar eitt við fullum stigatali eftir sjey dystir, og hondbóltsheimurin fór veruliga at taka Hannover-Burgdorf í álvara, eftir at liðið fyrradagin vann 23-22 á týska stórfelagnum - og ráðandi meistarunum - Flensburg-Handewitt.

Ein av orsøkunum til góðu gongdina hjá Hannover-Burgdorf hetta kappingarárið er danski landsliðsfelagin hjá Jóhan á Plógv, Morten Olsen. Danski spælskiparin er toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf, men tá ið Jóhan á Plógv Hansen kemur til felagið næsta kappingarár, skiftir Morten Olsen aftur til danskan hondbólt.

Jóhan á Plógv Hansen fer til felag í menning (Mynd: Reuters/Scanpix)