Jóhan á veg til stórfelag

Oddaliðið í týsku Bundesliguni ætlar sær 26 ára gamla føroyingin.

Føroyingurin á danska manslandsliðnum í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, kann vera á veg til at skifta felag. Hetta skrivar danska TV2 Sport í dag.

Jóhan á Plógv Hansen er í holt við sítt fyrsta kappingarár í Hannover-Burgdorf í týsku Bundesliguni, men tað er hugsandi, at hann skiftir til eitt annað týskt felag.

TV2 Sport sigur seg nevniliga vita, at stórfelagið SG Flensburg-Handewitt ætlar sær 26 ára gamla høgravongin. Hetta verður helst eftir at galdandi sáttmáli við Hannover-Burgdorf gongur út á sumri 2022.

Í løtuni er tað ein annar maður á danska landsliðnum, Lasse Svan Hansen, sum spælir høgri vongur hjá SG Flensburg-Handewitt. Hann fyllir 38 ár í summar.

SG Flensburg-Handewitt er í løtuni oddalið í týsku Bundesliguni, har Hannover-Burgdorf er nummar 13 av teimum 20 liðunum í deildini.