Jóhan heldur fram í EM

Danski landsliðsvenjarin sigur, at Lasse Svan er ikki førur fyri at spæla ímóti Ungarn og Russlandi

Tað er trýst á donsku EM favorittunum, sum í gjárkvøldið taptu 31 – 30 ímóti Íslandi í fyrsta dystinum í EM kappingini í hondbólti.

Mánakvøldið bíðar Ungarn, og mikukvøldið skal Danmark spæla ímóti Russlandi. Sum ímóti Íslandi, so verða danir roknaðir at vera favorittar ímóti bæði Ungarn og Russlandi.

Tvey lið úr hvørjum bólki halda fram í millumumfarinum. Um Danmark ikki vinnur báðar dystirnar næstu dagarnar, so fer Danmark ikki at halda fram í kappingini.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var á danska dómaraseðlinum í gjárkvøldið. Hann var ikki á vøllinum, tí Hans Lindberg røkti vongverjan í høgru allar 60 minuttirnar.

Nú seinnapartin hevur danski venjarin Nikolaj Jacobsen boðað frá, at Lasse Svan er so mikið skaðadarvaður, at hann verður ikki tøkur teir báðar næstu dystirnar. Tí er tað rættliga sannlíkt, at Jóhan á Plógv Hansen eisini verður á dómaraseðlinum í morgin og mikudagin.

Tá ið havt verður í huga, at Hans Lindberg í gjárkvøldið var vongur í høgru allar 60 minuttirnar, so er tað kanska ein møguleiki fyri, at venjarin í morgin ella mikudagin fer at skifta ein annan spælara, sum hann heldur seg hava meiri brúk fyri, inn á liðið í staðin fyri føroyska vongspælaran. Tað kundi t. d. verið spælskiparin Morten Olsen, sum ikki var á listanum í gjárkvøldið, tá ið hinir spælskipararnir ikki heilt stóðu royndina.

Men í løtuni bendir nógv á, at Jóhan á Plógv Hansen verður á danska dómaraseðlinum bæði ímóti Ungarn og Russlandi.