FM fýrverkið funnið fram

HB venjarin ætlar, at FM spurningurin skal svarast í dag, og áskoðararnir fyrireika seg

Fyri tveimum vikum síðani var tað lagt upp til, at HB skuldi tryggja sær meistaraheitið í Fuglafirði. Fleiri HB áskoðarar, enn tað hava verið til flestu heimadystirnar, vóru í Fløtugerði, og har vóru teir eygnavitni til, at ÍF vann 3-1, og at HB harvið ikki vann stigið, sum  hevði borið 22. FM heitið við sær. Nú verður vónað, at tað skal eydnast í dag, og sum skilst eru tey í Gundadali fyrireikað at taka ímóti FM heitinum ídag.

 

HB hevur tvey skot eftir í byrsuni. Fyrri møguleikin verður seinnapartin. TB er í morgun komið norður, og eydnast tað ikki hjá HB hesa ferð, so verður aftur ein møguleiki annan leygardag, tá ið FM favorittarnir seta punktum fyri hetta kappingarárið á útivølli ímóti NSÍ.

 

Síðani NSÍ ólavsøkudag tapti 3-2 í Gundadali ímóti HB, hevur pílurin bara víst rætta vegin. Sjey sigrar og ein javnleikur bera boð um, at tað ikki verður bara bara hjá HB í síðsta umfari, og tí ræður tað um at hava FM heitið í viðførinum á síðstu fótbóltsferðini í ár. Tað vil siga, at tað er ímóti TB á heimavølli, at stigið, sum framvegis restar í, skal vinnast.

 

-Hóast vit vunnu trivaligan 4-0 sigur í Runavík fyrr í summar, so ætla vit okkum at gera arbeiðið liðugt í dag. HB hevur ofta havt tað trupult í Runavík, og fyri okkum er tað nógv lættari at fara til Runavíkar sum meistari heldur enn at fara inn hagar at stríðast fyri FM heitinum, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen.

 

Hann er samdur við málverjan, Teit M. Gestsson, sum sigur, at HB er favorittur, men at tað kann roknast við, at tað er at síggjast, at TB hevur knívin á barkanum og stríðist fyri lívinum.

-TB stríðist fyri lívinum, og tí verður hetta sjálvandi torført hjá okkum. Men vit eiga at megna at vinna á teimum. Vit fara at arbeiða fyrii søkini, og eg rokni við, at tað fer at eydnast, sigur HB málverjin Teitur M. Gestsson.

 

TB er um reppið at detta niður í næstbestu deildina, og harvið er støðan meinlík henni, sum var í 1988. Fyri 25 árum síðani hittust hesi bæði liðini í síðsta umfari í Gundadali. Ta ferðina vann HB 4-1 og FM, meðan TB árið eftir, at FM heitið varð vunnið á Sevmýri, noyddist tungu gongdina niður í næstbestu deildina.

 

At HB eigur fremsta liðið í Føroyum ber við sær, at seks spælarar seinastu vikurnar hava verið burtur frá venjing – Teitur M. Gestsson, Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen og Tróndur Jensen. Hesir vóru allir aftur til venjingar fríggjakvøldið, og í fyrrakvøldið og í gjár varð arbeitt við at seta fokus á uppgávuna seinnapartin idag.

 

Tríggir ungir spælarar, sum seinastu vikurnar í løtum hava verið á besta liðnum, eru í Georgia við U17 landsliðnum. Teir eru Bartal Wardum, Hilmar Leo Jakobsen og Heri Hjalt Mohr.

 

Páll Guðlaugsson hevur sagt sínum monnum, at tað ikki er trýst á teimum. Tað er HB, sum er favorittur og á gáttuni at vinna FM. Hjá TB ræður um at spæla frítt og vísa góðan hugburð.

 

TB venjarin hevur havt allar sínar menn tøkar í fyrireikingunum til lagnudystin í Gundadali, eisini Rógva Joensen og Poul Ingason, sum hava verið smáskaddir.

 

Sammett við fyri tveimum vikum síðani eru Ndende og Martin Tausen tøkir aftur. Óli Johannesen, sum var á beinkinum fyri 25 árum síðani, tá ið TB flutti niður, og HB varð meistari, er leikbannaður hesa ferð.

 

HB-TB: Lars Müller kl. 15.00.