Jóhan legði væl frá landi

Føroyingurin bleiv toppskjútti í knúsandi sigri hjá Bjerringbro-Silkeborg.

Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg spældu í kvøld fyrsta dystin í nýggja kappingárinum í donsku landskappingini.

Dysturin var á útivølli ímóti Skanderborg Håndbold, og Bjerringbro-Silkeborg vann dystin greitt 36-25 eftir at hava verið á odda 18-10 í hálvleikssteðginum.

Jóhan var ikki blíður við sítt gamla felag og gjørdist toppskjútti í dystinum við níggju málum. Sjey av hesum komu umvegis brotskast.

Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg verður næsta mánakvøld heima í JYSK Arena ímóti SønderjyskE.