John fekk sín fyrsta sigur sum venjari hjá VÍF (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Larsen, ið fekk sín fyrsta sigur við VÍF, ið vann 36-21 (17-8) á StÍF

John Larsen, nýggjur venjari hjá VÍF-kvinnum saman við formanninum í VÍF, Sámali Joensen (Mynd: VÍF)

John Larsen, nýggjur venjari hjá VÍF-kvinnum saman við formanninum í VÍF, Sámali Joensen (Mynd: VÍF)

##med2##

Nýggi danski venjarin hjá VÍF-kvinnum, John Larsen fekk ein vátan vøtt farna vikuskiftið, tá vestmannakvinnur á heimavølli í dysti í SMS-deildini taptu stórt 23-32 móti H71.

Í dag gekk munandi betri í fyrsta dystinum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini. VÍF vann heili 36-21 á StÍF í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 17-8.

Í bólki 2 vann H71 greitt 33-23 (18-8) á VB í Hoyvíkshøllini.

Í bólki 1 vann Neistin 27-20 (13-12) á Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn. Triðja liðið í bólki 1 er Kyndil. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Larsen, venjara hjá VÍF aftaná stórsigurin á StÍF.

John Larsen viðgongur, at hann arbeiðir enn við at læra spælararnar og nøvn teirra at kenna, men hann trívist væl í Føroyum, og hann fegnast um fyrsta sigurin, og hann heldur, at liðið hjá VÍF eigur nógv í sær til avbjóðingarnar sum liggja fyri framman í steypakappingini og í landskappingini. 

 

 

John Larsen, nýggjur venjari hjá VÍF-kvinnum saman við formanninum í VÍF, Sámali Joensen (Mynd: VÍF)

(Samrøða: John Larsen, venjari hjá VÍF-kvinnum)