John Petersen: Hetta er ljótt (FM1)

(FM1) Hoyr stutta samrøðu við landsliðsvenjaran sum saman við kvinnulandsliðnum hevur sett keðiligt málmet í kvøld

John Petersen mátti saman við føroyska kvinnulandsliðnum staðfesta størsta tapið nakrantíð í altjóða fótbólti í kvøld, tá Noreg vann heili 13-0 á Tórsvølli

John Petersen mátti saman við føroyska kvinnulandsliðnum staðfesta størsta tapið nakrantíð í altjóða fótbólti í kvøld, tá Noreg vann heili 13-0 á Tórsvølli

##med2##

- Hetta er ljótt, viðgongur landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, John Petersen aftaná 0-13 mettapið móti Noregi í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld.

Gamla metið var 0-11 móti Týsklandi á útivølli í HM-undankappingini fyri tveimum árum síðani.

John Petersen vónar og væntar, at venjingarstøðan verður betri til teir fimm dystirnar føroyska kvinnulandsliðið fer at spæla í EM-undankappingini í 2020. 

Komandi dysturin verður móti Wales á útivølli 10. apríl komandi ár. Wales vann 1-0 á Hvítarusslandi á útivølli í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Petersen aftaná mettapið. 

Støðan:

Nr.
1.Noreg3 dystir30026:19 stig
2.Wales 32109:27
3.Hvítarussland31027:83
4.Norðurírland20112:81
5.FØROYAR3 dystir0030:250 stig

John Petersen mátti saman við føroyska kvinnulandsliðnum staðfesta størsta tapið nakrantíð í altjóða fótbólti í kvøld, tá Noreg vann heili 13-0 á Tórsvølli

(Samrøða við John Petersen)