John Petersen: Hetta verður ein trupul uppgáva

- Norra hevur nærum altíð havt sterk kvinnulandslið, og hetta, sum vit skulu møta nú, er einki undantak, sigur landsliðsvenjarin

Mynd: (Álvur Haraldsen) John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum

John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 8. oktober skal spæla EM-undankappingardyst á heimavølli móti Norra.

- Norra hevur nærum altíð havt sterk kvinnulandslið, og hetta, sum vit skulu møta nú, er einki undantak. Tær liggja nummar 12 á styrkislistanum hjá FIFA, so hetta verður ein trupul uppgáva, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin 8. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið hesaferð er Norra. Meðan okkara kvinnur hava spælt tveir dystir higartil í kappingini, hevur Norra spælt ein, sum tær vunnu 6-0 ímóti Norðurírlandi.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum hósmorgunin setti John Petersen navn á tær 20, sum eru boðsendar til dystin móti Norra. Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinasta, tá kvinnurnar spældu móti Wales og Hvítarusslandi. Út er farin Sanna Svarvadal, og inn er komin Nadja Dam Johannesen. 

Hópurin:

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála

Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Nadja Dam Johannesen, HBDurita Hummeland, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Eyðvør Klakstein, KÍ

Julia Naomi Mortensen, HB

Olga Kristina Hansen, B36

Evy á Lakjuni, KÍ

Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

Mynd: (Álvur Haraldsen) John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum