John Petersen: Úrslitið átti at verið penari

- Munurin hesaferð var ikki seks mál. Men óhepni og størri og minni persónlig mistøk høvdu við sær, at málini gerast ov nógv, sigur John Petersen

Hepni var als ikki við føroyska kvinnulandsliðnum, sum tapti 6-0 fyri Hvítarusslandi í næsta dystinum í undankappingini til EM 2021

- Munurin hesaferð var ikki seks mál. Men óhepni og størri og minni persónlig mistøk høvdu við sær, at málini gerast ov nógv. Hvítarussland dugdi eisini væl at straffa okkum, og so standa vit eftir við enn einum stórtapi, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum týsdagin spældi EM-undankappingardyst í Borisov í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 6-0 til vertirnar á Borisov Arena, eftir 2-0 leiðslu hálvleikinum.

Aftur hendan dystin var hepni ikki við føroyska liðnum. Til tíðir var talan um heilt gott føroyskt spæl, men í avgerandi løtunum vóru okkara kvinnur ikki nóg neyvar, og so spurdist ikki meir burtur úr.

- Eg eri annars sera væl nøgdur við stríðsviljan og arbeiðsinnsatsin hjá okkara kvinnum. Nú mugu vit bara royna at reisa okkum aftur til komandi dyst, sigur landsliðsvenjarin at enda úr Hvítarusslandi.

Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum verður 8. oktober, tá Norra vitjar í Føroyum.