Judith vónar at fáa nøkur stig

- Eg gleði meg nógv til at sleppa at spæla landsdyst á heimavølli, sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen

Judith Eilersdóttir Rasmussen er ein av spælarunum á U17-landsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Judith Eilersdóttir Rasmussen er ein av spælarunum á U17-landsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Judith Eilersdóttir Rasmussen sær við spenningi fram ímóti EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum, sum verður spæld í Føroyum frá 17. til 23. oktober

- Eg gleði meg nógv til at sleppa at spæla landsdyst á heimavølli, og vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla okkum. Soleiðis sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið er ein av spælarunum á U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum.

Og tað verður av álvara brúk fyri stuðli til føroysku U17-genturnar, sum veruliga sleppur at royna seg næstu dagarnar. Mótstøðuliðini verða Norra, Slovenia og Aserbadjan. Hørð mótstøða, men Judith trýr upp á, at føroyska liðið kann fáa okkurt stig – serliga ímóti Aserbadjan.

- Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum, sigur unga argjagentan við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrireikingarnar ganga væl

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur síðani tíðliga í summar havt regluligar venjingar við føroyska hópinum. Har afturat vóru U17-genturnar fyrr í ár til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har tær spældu tríggjar venjingardystir.

- Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit hava havt nógvar og góðar venjingar. Um vit hava rættan hugburð til kappingina, og gera okkara allar besta, so skulu vit nokk fáa okkurt stig. Tað hevði eisini verið fantastiskt, sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen.

Skráin:

Hósdagin 17. oktober:

13:00 Aserbadjan – Slovenia (Tórsvøllur)

17:30 Norra – Føroyar (Tórsvøllur)

Sunnudagin 20. oktober:

13:00 Norra – Aserbadjan (Tórsvøllur)

17:30 Slovenia – Føroyar (Tórsvøllur)

Mikudagin 23. oktober:

13:00 Føroyar – Aserbadjan (Tórsvøllur)

13:00 Slovenia – Norra (Ovari vøllur)

Judith Eilersdóttir Rasmussen er ein av spælarunum á U17-landsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar