Judo aftur á oyggjaleikunum aftaná 10 ára steðg (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr upptaktssamrøðu við formannin í judosambandinum, Sofus Debes Johannesen

Føroyski oyggjaleikahópurin í judo (Mynd: judo.fo)

Føroyski oyggjaleikahópurin í judo (Mynd: judo.fo)

##FM1##

Judo er væl umboðað á oyggjaleikunum í ár, 11 menn og fýra kvinnur fara at kappast.

Hjá kvinnunum kappast Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg úr Klaksvíkar Judofelag í -52 kg., Silja Johannesen úr Sunda Judofelag í -63 kg., Hansa Torgerð Ellingsgaard úr Sunda Judofelag í -70 og Sanna Nolsøe Djurhuus úr Havnar Judofelag í -78 kg.

Hjá monnunum kappast Fríði Magnusson Carlsson úr Havnar Judofelag í -60 kg., Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini, báðir úr Havnar Judofelag í -66 kg., Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag og Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag í -73 kg., Búgvi Poulsen og Nicolaj Skoubo, báðir úr Havnar Judofelag í -81 kg., Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og Hans Jákup Glerfoss úr Klaksvíkar Judofelag í -90 kg., Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í -100 kg. og Edvard Sigurdson Johannesen úr Sunda Judofelag í +100 kg.

Veteranurin, Búgvi Poulsen kappaðist eisini á seinastu oyggjaleikunum, ið vóru í Gibraltar í 1995.

Harafturat verður luttikið í opnum bólki, bæði hjá kvinnum og monnum, eins og í liðkapping hjá monnum.

Landsliðsvenjari er Roland Vogt, og ferðaleiðarar eru Sofus Debes Johannesen og Kristianna á Túgvu.

Sofus Debes Johannesen, formaður í Judosamband Føroyar vónar, at Føroyar sleppa innum gáttina til smátjóðaleikir, tí føroyskir judoíðkarar hava brúk fyri meira regluligum altjóða avbjóðingum. Sum tað liggur í kortunum nú verður judo ikki við á oyggjaleikunum á oyggjaleikunum á Guernsey í 2021 og á oyggjaleikunum á Orknoyggjum í 2023.

Sofus Debes Johannesen hevur vónir um, at Føroyar eisini hesaferð fara at vinna fitt av heiðursmerkjum í judo, ið søguliga hevur verið ein sterk ítróttargrein hjá okkum.

Judo var fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 og var so til allar leikirnar til og við Gibraltar í 1995. Tá bleiv kunngjørt, at judo ikki bleiv á leikunum á Jersey í 1997, men tað bleiv ein longri steðgur, tí judo var ikki á skránni aftur fyrr enn á Rhodos í 2007. Síðani var judo aftur við í Álandi í 2009, og síðani hevur verið steðgur til í ár.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Sofus Debes Johannesen í vikuni.

 

 

Føroyski oyggjaleikahópurin í judo (Mynd: judo.fo)

(Samrøða við Sofus Debes Johannesen)