Judo: Jógvan Páll kennir seg snýttan (FM1)

(FM1- OYL) Jógvan Páll Kristiansen kennir seg burturdømdan í 73 kg vektklassanum í judo, og tí gjørdist tað bert talan um silvur

Jógvan Páll Kristiansen kennir seg burturdømdan í finaluni í 73 kg vektklassanum í judo (Mynd: judo.fo)

Jógvan Páll Kristiansen kennir seg burturdømdan í finaluni í 73 kg vektklassanum í judo (Mynd: judo.fo)

##med2##

Í tíðindasendingini hjá FM1 klokkan 17 fekk tíðindamaðurin, Pætur Hjalmar Evensson judoíðkaran, Jógvan Páll Kristiansen beinleiðis ígjøgnum.

Jógvan Páll Kristiansen sum kappast í 73 kg klassanum kennir seg snýttan fyri gullheiðursmerki. Hann skilur ikki, at dómararnir dømdu fleiri sektarstig móti honum fyri at "halda".

Jógvan Páll Kristiansen heldur hesa løgnu dømingina verða eina hevnd fyri, at hann framdi ein fagnaðardans aftaná hann hevði vunnið innleiðandi bólkin. Tá royndi summir dómarar at diskvalifisera Jógvan Páll.

Nú er Jógvan Páll Kristiansen ógvuliga motiveraður til liðkappingina í judo, har hann ætlar at prógva, at hann er tann besti í 73 kg klassanum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Pætur Hjalmar Evensson hevði við Jógvan Páll Kristiansen í tíðindasendingini á FM1. 

##med3##

Jógvan Páll Kristiansen kennir seg burturdømdan í finaluni í 73 kg vektklassanum í judo (Mynd: judo.fo)

(Samrøða við Jógvan Páll Kristiansen)