Julian og Rebekka vunnu ólavsøkurenningin

Julian Gregersen og Rebekka Fuglø eru í einum flokki fyri seg í føroyskari renning

Mynd: (Treysti.fo) Julian Gregersen og Rebekka Fuglø

Mynd: (Treysti.fo) Julian Gregersen og Rebekka Fuglø

Julian Gregersen og Rebekka Fuglø eru í einum flokki fyri seg í føroyskari renning. Í gjár endurvunnu tey ólavsøkurenningina, og fyrr í summar vunnu tvey eisini FM í 10 kilometrum. Ólavsøkurenningin var í Havn í gjár, og tað vóru favorittarnir, ið fóru avstað við sigrinum, skrivar tryeti.fo.

- Julian Gregersen og Rebekka Fuglø, sum vunnu í fjør endurtóku sínar sigrar. Eftir at startskotið var latið av, varð tað ongantíð nakar ivi um, at tey bæi fóru at vinna, skrivar treyti.fo.

Julian Gregersen var greiður vinnari hjá monnunum. Fyri viku síðan rann hann 3.000 metrar upp á 8.44,37 minuttir til íslendska meistaraheitið í aldursbólkinum 15 til 22 ár. Hesa ferð bleiv hann klárt fremstur av teimum 46 rennarunum, og kom á mál við tíðini 16 minuttir og 18 sekundum. Hann var meir enn ein minutt frammanfyri Hanus í Horni Nielsen úr Frælsinum, sum kom á mál við tíðini 17 minuttir og 26 sekundum. Bjarti Johannesen úr Roysnið bleiv nummar trý við tíðini 17 minuttir og 32 sekundum.

Rebekka vann hóast trupulleikar

Rebekka Fuglø er eisini væl fyri í løtuni. Hon megnaði at vinna greiðan sigur hjá kvinnunum, hóast hon fekk trupulleikar meðan hon rann, skrivar treysti.fo. Hon kom á mál við tíðini 19 minuttir og seks sekundum, sum tó er nakað frá hennara bestu tíð á ólavsøku. 

Veteranurin Rigmor N. Arge úr Hvirluni bleiv nummar tvey við tíðini 20 minuttir og 31 sekundum. Danska Malene Eilersen bleiv nummar trý við tíðini 21 minuttir og 12 sekundum.

Rebekka, sum fekk trupulleikar meðan hon rann, megnaði kortini at vinna trygan sigur. Tiðin hjá henni bleiv 19.06 min. sum er nakað frá hennara bestu tíð á Ólavsøku. Á øðrumplássið kom veteranurin Rigmor N. Arge úr Hvirluni við tíðini 20.31 min. meðan danska Malene Eilersen gjørdist nummar trý við 21.12 min.

##ms##

Myndir: (Treysti.fo)

Mynd: (Treysti.fo) Julian Gregersen og Rebekka Fuglø