Jurgen Klopp: Okkurt gera vit rætt

Premier League: Tað sigur ein skemtingarsamur Jurgen Klopp, eftir at hava hugt eftir kappingarneytunum

Tveir teir fyrstu dystirnir í 31. umfari í Premier League hava verið í kvøld. Leicester City spældi málleysan javnleik móti Brighton á heimavølli, meðan Tottenham vann 2-0 á West Ham.

Tað tók eina løtu at fáa hol á hjá José Mourinho og hansara monnum. Beint fyri hálvleik skoraði Heung-Min Son fyri Tottenham, men málið bleiv kolldømt fyri millimetur-rangstøðu av VAR. Í seinna hálvleiki gjørdi Tomas Soucek sjálvmál og Harry Kane staðfesti sigurin.

Í gjár vann Manchester City heili 5-0 á Burnley. Millum keðiligu tíðindini eru, er at Sergio Aguero nokk ikki verður at síggja á vøllunum aftur hetta kappingarárið. Manchester City var sannførandi og tað hevði venjari hjá Liverpool, Jurgen Klopp, eisini fingið við

Til tíðindafundin í samband við dystin hjá Liverpool í annaðkvøld móti Crystal Palace, bleiv Jurgen Klopp spurdur um hann helt, at Manchester City enn kundi innheinta Liverpool 

- Nei, Eg hugdi eftir Manchetster City og hugsaði hvussu tað ber til at nakað lið er tjúgu stig frammanfyri teir. Okkurt gera vit rætt, sigur Jurgen Klopp.

Liverpool er tjúgu stig fremst.

1Liverpool30272166:2183
2Manch.City30203776:3163
3Leicester31167859:2955
4Chelsea30156953:4051
5Manch.Utd301210845:3146
6Wolves301113643:3446
7Tottenham311291050:4145
8Sheffield Utd301111830:2844
9Crystal Palace301191028:3242
10Arsenal30913841:4140
11Burnley301161334:4539
12Everton301081237:4638
13Newcastle301081228:4138
14Southampton301141538:5237
15Brighton317121234:4133
16Watford306101428:4528
17West Ham31761835:5427
18Bournemouth30761729:4927
19Aston Villa30751835:5826
20Norwich30561925:5521