Jurgen Klopp svarar aftur upp á kritikkin

Jurgen Klopp svarar nú aftur upp á kritikkin av at velja FA Cup frá

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur verið fyri ákoyringum, eftir at Liverpool spældi javnleik 2-2 móti triðjudeildarfelagnum Shrewsbury. Eftir dystin boðaði hann frá, at hvørki hann ella besta liðið hjá Liverpool møtir til umdystin á Anfield.

Orsøkin er, at Liverpool í apríl 2019 fekk eitt bræv, har tað stendur at øll feløgini fáa tvær vikur vetrarsteðg. Spælir Liverpool dystin móti Shrewsbury verður steðgurin styttur. Tí verður tað eins og í Liga Cup, tá Liverpool skuldi spæla tveir dystir upp á tveir dagar, eitt ungdómslið, ið skal spæla dystin.

- Eg tók eina avgerð fyri trimum vikum síðani, at vit skulu hava ein vetrarsteðg. Tað byggi eg á eitt bræv, sum vit fingu í apríl 2019. Eg ynski ikki at verða mitt í hesum kjakinum, sigur Jugren Klopp á tíðindafundi hjá Liverpool í dag.

##med2## 

- Um fólk halda at eg eri dovin, so kann eg ikki broyta tað og tað hevur ikki mín áhuga. Eg havi ábyrgd fyri mínum spælarum. Um vit spæla dystin, so broytist einki. Og tað mugu broytingar til, sigur Jurgen Klopp.

Enska Fótbóltssambandið heldur fyri, at øll feløgini góðtóku leikskránna og tí er einki at koma eftir.

Jürgen Klopp's pre-West Ham press conference