Skála stendur eftir við Svartaperi

1.DEILD: Víkingur tryggjaði sær við 3-1 sigri í oyggjauppgerðini silvurkrónurnar

Tað hevur verið øgiligur spenningur um, hvør fór at flyta niður saman við EB/Streymi. Nú er tað greitt, at tað verður Skála, sum verður hitt liðið at flyta niður.

Í kvøld var oyggjauppgerð í Sarpugerði. Víkingur hevði møguleika at vinna gull, um víkingarnir vunnu fulla úrtøku, og um KÍ tapti á Svangaskarði. Skála hevði lívið í næstbestu deildini at stríðast fyri.

Úrslitið var 3-1 til Víking. Tað ber við sær, at Víkingur vinnur silvurkrónurnar aftanfyri KÍ, sum við sigri á Svangaskarði í kvøld tryggjaði sær gullkrónurnar.

Tapið ber við sær, at Skála endar á níggjunda plássi og flytur niður úr næstbestu og triðibestu deildina.

Rani Hansen legði eftir smáar tíggju minuttir Víking á odda, og fimm minuttir seinni javnaði Aksel B. Danielsen til 1-1.

Í seinna hálvleiki skoraði Víkingur tvey mál. Tað fyrra skoraði Olaf Bárðarson, tá ið ein tími var farin, og tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Tróndur J. á Høvdanum 3-1 heimasigurin.

Víkingur vinnur silvur við 55 stigum, og Skála flytur niður við 28 stigum.