KA tvær ferðir javnleik 24-24 móti Selfossi

18. september endaði dysturin Selfoss-KA 24-24. Í kvøld spældi føroyingaliðið á Akureyri aftur javnleik 24-24 móti Selfossi

Allan Norðberg skoraði trý mál tá lið hansara, KA spældi javnleik 24-24 móti Selfoss á heimavølli í kvøld

Allan Norðberg skoraði trý mál tá lið hansara, KA spældi javnleik 24-24 móti Selfoss á heimavølli í kvøld

Tað má vera ógvuliga sjáldsamt í nakrari hondbóltsdeild, at tvey lið møtast tvær ferðir í dysti og báðir dystir enda við júst sama úrsliti.

Men hetta er júst tað sum er hent millum føroyingaliðið, KA og Selfoss í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

Tá liðini møttust á Selfossi 18. september endaði dysturin við javnleiki 24-24. Í kvøld endaði dysturin millum KA og Selfoss á Akureyri eisini við javnleiki 24-24. Selfoss javnaði til 24-24 tá fá sekund vóru eftir av dystinum. Í stegðinum var Selfoss á odda 13-11.

Allan Norðberg og Áki Egilsnes skoraðu trý mál hvør fyri KA í kvøld. Nicholas Satchwell hevði 15 bjargingar í málinum hjá KA.

Nú fara Allan og Nicholas at fyrireika seg saman við føroyska landsliðshópinum at spæla móti Ukraina úti 10. mars og heima 14. mars, og móti Kekkia úti 12. mars í EM-undankappingini. 

Støðan í Ólisdeildini:

 

LiðDystirMálmunurStig
Haukar13368:30921
FH13383:34818
Selfoss13336:32116
Valur12351:32715
KA13336:31915
Afturelding13336:33915
Stjarnan13356:34914
Fram13328:32614
ÍBV13371:35813
Grótta13312:3249
Þór Akureyri13288:3524
ÍR12279:3720

 

 

Allan Norðberg skoraði trý mál tá lið hansara, KA spældi javnleik 24-24 móti Selfoss á heimavølli í kvøld