Kabalin gongur upp í HB

HB hevur avbjóðingar í miðverjuni, men nú tykist kabalin ganga upp hjá øllum pørtum

In.fo skrivaði í gjár um Delphin Tshiembe, sum er til royndarvenjing hjá HB. Liðið er um vikuskiftið á lítlari venjingarlegu í suðuroynni, har liðið í dag við Delphin Tshiembe í miðverjuni vann 3-0. Hann er sáttmálaleysur og kann skifta umgangandi.

HB leitar í løtuni eftir einum miðverja at avloysa Lasse T. Andersen, sum er farin av landinum. Hann hevur í dag gjørt hálvt ára sáttmála við Skive IK, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Okkurt bendir á, at HB hevur ikki minni hug at fáa danska Delphin Tshiembe sum avloysara fyri landsmannin.

##med2##

Delphin Tshiembe hevur millum annað spælt 39 dystir í Superliguni við AC Horsens, og 19 dystir í skotsku Premier League við Hamilton. Hann er ein høgur miðverji, sum eisini hevur spælt á miðvøllinum. Delphin Tshiembe 28 ára gamal og 1.88 sentimetrar høgur. Sambært Transfermarket spældi hann seinast í marsmánaði 2019.