Kaito til StÍF

StÍF brynjar seg til hondbóltskappingarnar kunnu takast upp aftur

Mynd: Stif.fo - Kaito Nakahodo saman við Alexanduri Johansen, formanni í StÍF

Mynd: Stif.fo - Kaito Nakahodo saman við Alexanduri Johansen, formanni í StÍF

Hondbóltskappingarnar liggja stillar í løtuni, men tá ið tær kunnu takast upp, hevur StÍF styrkt seg.

StÍF hevur í dag skrivað sáttmála við japanska hondbóltsleikaran, Kaito Nakahodo. Sáttmálin er fyri restina av kappingarárinum

Japanski hondbóltsleikarin. kom til føroyskan hondbólt í heyst, har hann spældi við Team Klaksvík. Hann skoraði 73 mál í teimum 12 dystunum í fyrru hálvu, men hevur ikki verið at sæð á vøllinum í 2020. Nú verður tað so við StÍF, at hann sæst aftur, tá ið hondbóltskappingin kann takast upp aftur.

StÍF er í løtuni í sera tøttum stríði við serliga KÍF um at røkka seinasta hálvfinaluplássið í Okkaradeildini.

Sostatt gerst Kaito Nakahodo fjórði japanski leikarin í StÍF. Á kvinnuliðnum hava tær tríggjar, Yuika Kurimoto, Haruka Gima og Mao Otania, verið eyðsýndar í SMS-deildini alt árið.

StÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni, stif.fo:

StÍF hevur skrivað sáttmála við Kaito Nakahodo fyri restina av kappingarárinum. 

Kaito er 27 ára gamal og kemur úr býnum Urasoe-shi á oynni Okinawa í Japan. Hetta er sama býur, sum Haruka Gima er frá. 

Í høvuðsheitum spælir Kaito á miðjuni og á vinstra vongi. Hann er longu eitt kent navn í føroysku hondbóltskappingini. Fyrru helvt av hesum kappingarárinum hevur spælt við Team Klaksvík. Kaito byrjaði at spæla hondbólt í heimbýi sínum sum 7 ára gamal og helt fram, til hann fór á universitet í Kanagawa nærhendis Tokyo, har hann m.a. las um venjing innan hondbólt. Eftir staðið universitetsprógv flutti Kaito til Danmarkar at spæla við HEI í næstfremstu deildini og at venja ungdómar í felagnum. Leiðin gekk síðani aftur til heimbýin, har hann leikti í fremstu deildini í Japan, áðrenn Kaito flutti til Klaksvíkar at spæla hondbólt.

Kaito hevur eyðsýnd evnir í álopsspælinum. Í løtuni er Kaito á 10. plássi á toppskjúttalistanum, hóast hann ikki hevur leikt nakran dyst í 2020. Harafturat kann nevnast at Kaito hevur skorað flest brotskøst í kappingini (30). Eisini hevur Kaito gott eyga fyri sínum viðleikarum.

Kaito leikti við japanska U22 landsliðnum til kappingina East Asia Handball Championships í 2014, har hann varð kosin til virðismiklasta leikara hjá Japan umframt at gerast toppskjútti í kappingini.

Umframt at gera sítt besta fyri at StíF megnar at koma í hálvfinalurnar, hevur Kaito stórar ambitiónir um at sleppa við japanska landsliðnum til Olympisku Leikirnar í summar.

Ætlanirnar fyri komandi kappingarár eru, at Kaito, umframt at vera leikari, kemur at vera ungdómsvenjari í felagnum.

Mynd: Stif.fo - Kaito Nakahodo saman við Alexanduri Johansen, formanni í StÍF