Kaj Leo á vikuliðnum hjá Morgunblaðnum

Eyðsýnda avrikið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu móti Gróttu gevur afturljóð í Íslandi

Kaj Leo í Bartalsstovu er á vikuliðnum hjá Morgunblaðnum aftaná gott avrik móti Gróttu, har Kaj Leo skoraði og legði upp til eitt annað mál

Kaj Leo í Bartalsstovu er á vikuliðnum hjá Morgunblaðnum aftaná gott avrik móti Gróttu, har Kaj Leo skoraði og legði upp til eitt annað mál

Kaj Leo í Bartalsstovu hevði eitt framúr gott avrik fyri Val móti Gróttu á útivølli leygardagin.

Tá 17 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki sendi Kaj Leo eitt gott hornaspark inn í brotsteigin hjá Gróttu, ið Haukur Páll Sigurðsson stútaði væl í netið.

Átta minuttir seinni spældi Aron Bjarnason Kaj Leo hegnisliga frían, og Kaj Leo sveik ikki álitið, men setti bóltin trygt í netið. Kaj Leo var skiftur út aftaná eitt gott avrik, tá 80 minuttir vóru farnir í dystinum. Valur vann 3-0.

Góða avrikið hjá Kaj Leo hevur givið afturljóð, og ítróttarskrivararnir hjá Morgunblaðnum hava Kaj Leo sum annan áleyparan á Vikuliðnum hjá Morgunblaðnum aftaná 2. umfar í Pepsideildini. 

Vikuliðið hjá Morgunblaðnum sæst á myndini omanfyri. 

Magnus Egilsson var eisini við frá dystarbyrjan móti Gróttu. Venjari hjá Vali er tann í Føroyum væl kendi Heimir Guðjónsson. 

 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu er á vikuliðnum hjá Morgunblaðnum aftaná gott avrik móti Gróttu, har Kaj Leo skoraði og legði upp til eitt annað mál