Kaj Leo tapti móti KR sum gjørdist íslendskur meistari

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk góðar 20 minuttir á vøllinum fyri Val, ið tapti til 0-1 til KR, ið nú hevur vunnið sítt 27. meistaraheiti

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk góðar 20 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Valur tapti 0-1 móti KR, ið tryggjaði sær meistaraheitið í kvøld (Mynd: fotbolti.net)

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk góðar 20 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Valur tapti 0-1 móti KR, ið tryggjaði sær meistaraheitið í kvøld (Mynd: fotbolti.net)

Reykjavíkar-klassikkarin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini millum Val og KR var leiktur á heimavøllinum hjá Vali,  Hlíðarenda í kvøld.

KR vann dystin 1-0. Pálmi Rafn Pálmason skoraði sigursmálið longu í fjórða minutti. Úrslitið merkir, at KR á 27. sinni er íslandsmeistari í mansfótbólti. Tó er hetta fyrstu ferð síðani 2013, at KR er íslendskur meistari.

Stór viðhaldsfjøld hjá KR var til dystin, og útiliðið var stuðlað og fagnað allan dystin. KR hevur 46 stig nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Nummar tvey í pepsideildini, Breiðablik hevur 37 stig, og kann í mesta lagi fáa 43 stig. Føroyingaliðið, FH er nummar trý við 31 stigum.

Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin tá 71 minuttir vóru farnir av dystinum, men hann kundi ikki gera nakað fyri at forða sigrinum hjá KR. 

Sunnudagin klokkan 15 fær KR vitjan av føroyingaliðnum, FH. Hitt føroyingaliðið, Valur spælir somu klokkutíð á útivølli móti Grindavík, ið liggur til at flyta niður í næstbestu deildina.

KR hevur bara á einum sinni møtt føroyskum liði í evropeiskari kapping. Í 2011 vann KR 3-1 á ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn og 5-1 á heimavølli í Reykjavík. Hetta var í fyrsta undanumfarinum í Europa League.

Støðan:

Pepsideildin
KR20 dystir39:2046 stig
Breiðablik2043:2837
FH1929:2931
Stjarnan2033:3129
HK2028:2626
ÍA2025:2626
Valur2034:3225
Víkingur R.1929:2825
Fylkir1932:3525
KA2027:3025
Grindavík2015:2319
ÍBV1916:429

 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk góðar 20 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Valur tapti 0-1 móti KR, ið tryggjaði sær meistaraheitið í kvøld (Mynd: fotbolti.net)