Kann fáa ótrúligt comeback á Tórsvølli

Santi Cazorla var skaddur í 668 dagar og umhugsaði at gevast, men er nú aftur á landsliðnum.

Tað var ivasamt, um fyrrverandi Arsenal-miðvallarin, Santi Cazorla, kundi halda fram við at spæla fótbólt, men í kvøld kann hann fáa eitt ótrúligt comeback á Tórsvølli.

34 ára gamli kvikbeinti spaniólin hevði ein somikið álvarasligan skaða í fótinum, at hann mátti fáa flutt húð hagar frá arminum. Á arminum hevði hann tattoveringar, men ein partur av teimum er nú fluttur oman á fótin, sum sæst á myndini niðanfyri.

##med2##

Álvarsligi fótskaðin hótti yrkisleiðina hjá Santi Cazorla.

- Tað vóru løtur, har eg var um at kasta handklæðið í ringin, men dag eftir dag helt eg fram við at venja í vónini um at eg aftur kundi koma á vøllin, segði Cazorla tá við spanskar miðlar.

Santi Cazorla megnaði at stríða seg aftur á vøllin eftir at hava sitið uttanfyri við skaða í einki minni enn 668 dagar, og hann beit seg aftur fastan á liðið hjá Villarreal.

Villarreal yvirlivdi í La Liga í ár, og Santi Cazorla gjørdi tað somikið gott, at hann nú aftur er úttikin til spanska landsliðið, har hann annars ikki hevur spælt síðan 13. november 2015.

Dagført kl.18.35: Santi Cazorla er í byrjunaruppstillingini og fær sostatt sítt comeback á Tórsvølli í kvøld.