Kann fegnast um altjóða umstøður í Klaksvík (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Tummas Lervig, formann í KÍ um nýggju altjóða umstøðurnar við Djúpumýrar í Klaksvík

Tummas Lervig, formaður í KÍ hevur havt nógv at gleðast um í summar

Tummas Lervig, formaður í KÍ hevur havt nógv at gleðast um í summar

##med2##

Í dag er enn ein stórur dagur hjá KÍ. Aftaná søguskrivingina við at vinna seg tvey umfør víðari í Europa League undankappingini í summar hevur KÍ í dag lagt aftrat søguskrivingini hjá sær.

Í dag kunnu mongu KÍ-viðhaldsfólkini hátíðarhalda, at vøllurin við Djúpumýrar er dagførdur við altjóða umstøðum og einum nýggjum undirlagi. Nýggju umstøðurnar gera tað møguligt hjá KÍ at spæla heimadystir í Evropa á veruligum heimavølli í Klaksvík.

Nýggju umstøðurnar fara eisini at gera tað møguligt, at Føroyar kunnu spæla ungdómslandsdystir, so sum U21 undankappingardystir við Djúpumýrar í Klaksvík.

Dysturin í kvøld klokkan 18.15 móti Víkingi staðfestir Tummas Lervig, formaður í KÍ at verða ársins dyst hjá KÍ. Sum Tummas Lervig slær fast: - Dysturin á Summarfestivalinum er altíð ársins dystur hjá KÍ.

Tummas Lervig hevur vónir um, at KÍ fer at vinna ein tepran sigur á Víkingi í kvøld klokkan 18.15.


Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Tummas Lervig á FM1. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Víking á FM1.

Tummas Lervig, formaður í KÍ hevur havt nógv at gleðast um í summar

(Samrøða við Tummas Lervig um altjóða vøllin í Klaksvík)