Kappast í amboðsfimleiki í Íslandi

Í gjár kappaðust fimleikaranir á amboðslandsliðnum í Northen European Championship 2019. Og tríggir íðkarar komu í finalurnar, sum eru í dag.

Rani, Astrið og Christopher

Rani, Astrið og Christopher

Rani Allansson Dalsgarð kom víðari í lop, Christopher Klevang í gólv og Astrið Nanly Breckmann kom víðari í lop.

Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna hevur kvalifiserað seg til eina finalu, og samstundis er hetta fyrstu ferð, at menninir hava fingið yvir 200 stig í liðkappingini.

Kappingin í dag byrjar klokkan 15:10, tá skulu Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Christopher Klevang kappast.

 

 

 

Rani, Astrið og Christopher