Kappast við aðrar føroyingar í Premier League

In.fo hevur aftur í ár eina Fantasy kapping í Premier League

Eins og seinastu trý árini, fer in.fo aftur í ár at hava eina kapping í Premier League Fantasy, har kappast verður um, hvør føroyingur dugir best at seta lið í Premier League.

 

Fyrsta árið vann Jákup Ósá úr Klaksvík, annað árið vann Hugin Albinus av Tvøroyri, og farna kappingarár vann Arnar Dam úr Kollafirði. Teir hava allir fingið eitt gávukort frá Bowlinghøllini á Hálsi sum vinning.

 

Felags fyri øll trý árini hevur verið, at luttøkan hevur verið stór. Deildin hjá In.fo í Fantasy kappingini eitur in.fo – ítróttur og loyniorðið fyri at spæla við er: 2p8m6p