Klokkan 17 sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undankappingardystin móti Danmark í Gigantium høllini í Ålborg. Danmark er risafavorittur til at vinna á Føroyum, men føroyska liðið hevur veruliga orsøk til at stríðast fyri at røkka einum sokallaðum "heiðurligum tapi".
Føroyar kappast nevnliga við Belgia, Slovakia, Finnland og Estland um at gerast millum fimm teir frægastu fýrararnar í teimum átta EM-undanbólkunum, so sleppast kann undan at kappast í undanundankapping til komandi EM-undankapping. Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 metir, at vit kunnu enntá sigla uttanum skerini um vit gerast nummar fimm av teimum átta fýrarunum.
Støðan millum teir átta fýrararnar í teimum átta EM-undanbólkunum er í løtuni hendan:
Grikkaland | 5 dystir | 1 | 1 | 3 | 122:141 | 3 stig |
Kosovo | 5 dystir | 1 | 1 | 3 | 101:144 | 3 stig |
Litava | 5 dystir | 1 | 0 | 4 | 114:154 | 2 stig |
Belgia | 5 dystir | 0 | 1 | 4 | 125:158 | 1 stig |
FØROYAR | 5 dystir | 0 | 1 | 4 | 107:140 | 1 stig |
Slovakia (EM-vertur í 2022) | 5 dystir | 0 | 0 | 5 | 109:125 | 0 stig |
Finnland | 5 dystir | 0 | 0 | 5 | 116:145 | 0 stig |
Estland | 5 dystir | 0 | 0 | 5 | 114:153 | 0 stig |
Tað er serliga við Belgia, at Føroyar kappast um at gerast nummar fýra av teimum átta fýrarunum. Finnland spælir úti móti Hvítarusslandi, Estland spælir úti móti Slovenia og Slovakia spælir úti móti Russlandi. Heimaliðini eru stórir favorittar til at vinna hesar dystirnar, so møguleikarnir fyri at halda Finnland og Estland aftanfyri okkum eru góðir.
Møguleikin at halda Slovakia aftanfyri okkum er eisini góður, men Slovakia hevur EM-vertsskapin í 2022 sum sín trumf, og tí sleppa teir undan roknskapinum millum liðini sum enda sum nummar fýra í teimum átta EM-undanbólkunum.
Samstundis sum vit spæla móti Danmark spælir Belgia á útivølli móti Kroatia. Bæði Føroyar og Belgia hava eitt stig og málúrtøkuna minus 33. Tí ræður um hjá føroyska liðnum at fáa eitt so frægt úrslit sum møguligt móti Danmark. Tapa vit minni móti Danmark enn Belgia tapir móti Kroatia, og gera heimaliðini, Hvítarussland, Slovenia og Russland sína skyldu, so gerast Føroyar nummar fýra av teimum átta fýrarunum.
So Føroyar hava nógv at spæla fyri, og tað kann fara at vísa seg, at eitt sokallað "heiðurligt tap" kann fara at verða gull vert hjá føroyska liðnum.
Allir EM-undankappingardystirnir byrja klokkan 17 sunnudagin.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Danmark og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Byrjað verður við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Undir frásøgnini fer manningin á FM1 at kunna um hvussu tað gongur hjá Belgia, Finnlandi og Estlandi í teirra dystum. Eftir er bert at vóna, at tað gongur okkara veg í morgin.