Sigtór: Vit skulu eisini hava fult ímóti EB/Streymi

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Sigtór Petersen slær fast, at heima í Sørvági skal eingin vinna á 07 Vestur

Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Sigtór Petersen ætlar sær eisini trý stig ímóti EB/Streymur í komandi umfari

Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Sigtór Petersen ætlar sær eisini trý stig ímóti EB/Streymur í komandi umfari

- Á heimavølli skal 07 Vestur vinna sínar dystir. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Sigtór Petersen sum aftur í ár er innkallaður sum bjargingarmaður hjá 07 Vestur, og bjargingin er í eygsjón nú 07 Vestur við fýra stigum færri enn EB/Streymur tekur ímóti júst EB/Streymi í komandi umfari.

 

Tað er eisini ein dystur, ið Sigtór Petersen ætlar at vinna.

 

Givið er, at Sigtór Petersen er fegin um 4-2 sigurin á KÍ í dag, og eisini fegin um, at hansara menn og ikki minst Sonny Jacobsen tók av málmøguleikunum. Men har vóru løtur sum vóru ov slakar, serliga í fyrra hálvleiki, tá KÍ vendi 0-2 til 2-2. Í seinna hálvleiki var tó munandi betur hjá heimaliðnum, tá málið var hildið reint og liðið fekk tvey mál aftrat og sigurin heim.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigtór Petersen, høvuðsvenjara hjá 07 Vestur. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll A. Klettskarð hjá KÍ.