Kappingarárið er endað

Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar. Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020. Tað boðar HSF frá í dag.

- Hondbóltssambandið hevur annars lagt nógv fyri at fáa SMS- og Okkara-kappingarnar avgreiddar og hevur eitt nú gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið, skrivar Hondbóltssambandið.

 Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í millum annað hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til Corona-ráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Corona-ráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipað tær næstu vikurnar.

- Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS- og Okkara-kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar 2019/2020, skrivar HSF.fo.

Sum skilst, so hava øll feløgini ikki verið samd í avgerðini, men nú greitt at ongin vinnari verður av hondbóltskappingarárinum.