Kappingarleisturin var vendur í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag

(FM1) Gestir hjá Petur Asbirni Lervig vóru André Olsen, Oddbjørn Joensen og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF

André Olsen og Oddbjørn Joensen mannaðu saman við Róin Schrøter Fótbóltspanelið á FM1, ið Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri

André Olsen og Oddbjørn Joensen mannaðu saman við Róin Schrøter Fótbóltspanelið á FM1, ið Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri

##med2##

Skulu tað verða 10 ella 8 lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum? Skulu vit hava eina næstbestu deild manna bara við bestu liðum hjá teimum smærri feløgunum? Skulu vit hava eina desideraða deild fyri eykaliðini hjá Betrardeildarliðunum?

Hesir spurningarnir vóru vendir í Tema-Fótbóltspanelinum, ið Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri á FM1 í dag.

Gestir hjá Peturi Asbirni vóru André Olsen, Oddbjørn Joensen, og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, ið var ígjøgnum á telefonlinjuni úr Hvalba.

Komandi fríggjadag verður evnið hjá Petur Asbirni Lervig kappingin hjá kvinnunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin. 

André Olsen og Oddbjørn Joensen mannaðu saman við Róin Schrøter Fótbóltspanelið á FM1, ið Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri