Kappingarstjórin: Eingin fótbóltur leygardagin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Róin Schrøter, formann í kappingarnevndini hjá FSF, ið vitjaði Rásarúmið seinnapartin

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter vitjaði FM1 seinnapartin í dag

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter vitjaði FM1 seinnapartin í dag

##med2##

"Veðrið má ráða sær" er ein gamal sannleiki, og tað er eisini galdandi fyri fótbóltin. 

Tað verður als ongin fótbóltur í Føroyum í morgin. Tveir dystir skuldu verða í Betri deildini, men teir eru fluttir til sunnudagin, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í Fótbóltssambandinum.

KÍ og TB spæla klokkan 16.45 og NSÍ-B36 spæla klokkan 19 sunnukvøldið. Hinir tríggir dystirnir verða sunnudagin eftir ætlan.

Í 1.deild eru tveir dystirnir fluttir. B71-Skála spæla sunnukvøldið klokkan 18.15 og KÍ-HB spæla mikudagin 18. september.

Í aðru deild eru dystirnir Undrið-FC Suðuroy og FC Hoyvík-Víkingur fluttir til sunnudagin, meðan dysturin millum 07 Vestur og B68 verður týskvøldið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Róin Schrøter í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1.

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter vitjaði FM1 seinnapartin í dag

(Samrøða: Róin Schrøter FSF)