Kappingin endað: Einki meistaraheitið til Cieslewicz

Fyri fyrstu ferð í átta ár er The New Saints ikki meistari í Wales. Kappingin er endað og nýggjur vinnari er

Mynd: Adrian (t.v) og Lukasz Cieslewicz undan Champions League dystinum millum B36 og The New Saints

Mynd: Adrian (t.v) og Lukasz Cieslewicz undan Champions League dystinum millum B36 og The New Saints

Landskappingin í Wales er endað, hóast tað mangla seks umfør av kappingini. Walisiska Fótbóltssambandið hevur valt at enda kappingina og gera Connah's Quay Nomads til meistarar á fyrsta sinni.

Connah's Quay Nomads var fýra stig frammanfyri áttafaldu meistararnir úr The New Saints. Fótbóltssambandið hevur valt at enda kappingina við reglugerðini um flest stig per dyst vinnur kappingina.

Síðani 2014 hevur Adrian Cieslewicz verið partur av hópinum hjá The New Saints. Hann er uppvaksin í Vági og er yngri beiggin hjá Lukaszi Cieslewicz, sum í dag spælir við Víkingi. Pápi teirra, Robert Cieslewicz, spældi millum annað við VB í 2000, tá liðið bleiv meistari.

 ##med2##

Adrian Cieslewicz fór sum ungur til Manchester City og spældi síðani við Wrexham, sum er eitt walisiskt lið í ensku landskappingini. Hann spældi eisini eitt stutt skifti við B36, áðrenn hann fór til walisiskan fótbólt og The New Saints.

Her kann eisini nevnast, at B36 við Lukasz Cieslewicz í 2015 møtti júst The New Saints og Adriani Cieslewicz í Champions League. Her vann The New Saints samanlagt 6-2.

Mynd: Adrian (t.v) og Lukasz Cieslewicz undan Champions League dystinum millum B36 og The New Saints