Kappingin um at røkka hálvfinalunum er hørð

Liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Boga Simonsen hava mest sum tryggjað sær pláss í hálvfinalunum

Mynd: bridge.fo

Mynd: bridge.fo

Liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Boga Simonsen vunnu stórar sigrar í teimum trimum dystunum leygardagin og hava mestsum longu tryggjað sær hvør sítt pláss í hálvfinalunum, nú bara trý umfør eru eftir at spæla. Men kappingin um hini bæði plássini er hørð millum fýra lið. Liðini hjá Oddmari Danielsen, Danny Danielsen, Allan Dal-Christiansen og Finn Ougaard liggja sera jøvn á teimum næstu plássunum.

 

Trý tey seinastu umførini í innleiðandi kappingini verða spæld leygardagin 11. januar í Bridgehúsinum í Havn. Eftir innleiðandi umfarið fara fýra tey fremstu víðari til hálvfinalurnar, og hini seks liðini spæla um at vinna B bólkin, har tey spæla skulu ein dyst móti hvørjum øðrum.

 

Úrslitini farna leygardag :

4. umfar :
Anna Olsen – Oddmar Danielsen   0,51 – 19,49
Danny Danielsen – Jassarnir   17,56 – 2,44
Hans-Emil Haraldsen – Finn Ougaard   0,00 – 20,00
Allan Dal-Christiansen – Óli Holm   20,00 – 0,00
Dánjal Pauli Mohr – Bogi Simonsen   7,47 – 12,53

5. umfar :
Bogi Simonsen – Anna Olsen   20,00 – 0,00
Óli Holm – Dánjal Pauli Mohr   0,83 – 19,17
Finn Ougaard – Allan Dal-Christiansen   3,34 – 16,66
Danny Danielsen – Hans-Emil Haraldsen   20,00 – 0,00
Oddmar Danielsen – Jassarnir   14,94 – 5,06

6. umfar :
Anna Olsen – Jassarnir   6,52 – 13,48
Hans-Emil Haraldsen – Oddmar Danielsen   0,00 – 20,00
Allan Dal-Christiansen – Danny Danielsen   14,68 – 5,32
Dánjal Pauli Mohr – Finn Ougaard   20,00 – 0,00
Bogi Simonsen – Óli Holm   20,00 – 0,00

 

Støðan eftir 6. umfar:

1. Dánjal Pauli Mohr       104,20
2. Bogi Simonsen            103,08
3. Oddmar Danielsen        84,93
4. Danny Danielsen           79,67
5. Allan Dal-Christiansen  77,43
6. Finn Ougaard                 69,48
7. Óli Holm                         33,02
8. Jassarnir                        29,81
9. Anna P. Leo Olsen         15,04
10. Hans-Emil Haraldsen    3,34

 

 

Mynd: bridge.fo