Kári Reynheim er nýggjur venjari í HB

Kvinnurnar hjá HB hava fingið nýggjan venjara. Talan er um Kára Reynheim

HB hevur í dag sett Kára Reynheim sum nýggjan venjara hjá kvinnum. Eftir at Christopher Harrington, sum ikki fekk arbeiðis- og uppihaldsloyvi, fyri stuttum gavst sum venjari hjá Betri-kvinnum, hevur felagið funnið ein avloysara.

- Kári er eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Bóltsnillingurin spældi 119 dystir á okkara besta mansliðið, har hann skoraði 31 mál. Harumframt hevur hann eisini spælt 27 A-landsdystir, og skotið tvey mál. Í venjarahøpi er Kári heldur ikki heilt ókendur, har hann hevur verið venjari hjá fremstu mansliðunum hjá NSÍ og ÍF, skrivar HB.fo.

Kári Reynheim sigur við heimasíðuna hjá HB, at hann ætlar at verða í oddinum. Júst hussu spælið skal skipast hevur hann ikki gjørt sær so nógvar tankar um.

– Tær høvdu eitt gott kappingarár í fjør, og tær høvdu eitt mál um at vera við í oddinum aftur í ár. Og tað málið haldi eg fast í. Tíðin kemur at vísa hvønn spælistíl vit fara at hava. Tað týdningarmesta er at skipað liðið væl, bæði offensivt og defensivt, óansæð hvørjar typur eg havi. Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at arbeiða út frá tí tilfari eg havi, og tað verður tað heldur ikki hesa ferð, sigur Kári Reynheim við hb.fo.

##med2## 

HB er í løtuni uttan ein høvðusungdómsvenjara, eftir at viðurskiftini hjá Christopher Harrington komu upp á pláss.