Kekkia er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

13 altjóða veddingarfyritøkur hava Kekkia sum greiðan favoritt at vinna EM-undankappingardystin móti Føroyum

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Farna mikukvøld spældu bæði Kekkia og Føroyar í EM-undankappingarbólki 3.

Føroyar taptu 21-25 fyri Ukraina í Kiev, og Kekkia tapti 27-28 fyri Russlandi á útivølli.

Í annaðkvøld klokkan 19.15 er Kekkia á heimavølli móti Føroyum.

13 veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin, og tær eru allar samdar um, at Kekkia er stórur favorittur til at vinna dystin. Hægstu oddsini uppá kekkiskan sigur eru 1,08.

Oddsini uppá føroyskan sigur sveiggja millum 8,50 og 14.

Oddsini uppá javnleik sveiggja millum 16 og 20.

Aftaná tíðindasendingin á FM1 er liðug - umleið klokkan 18.50 - fer Sjúrður H. Hoydal at hava eina stutta upptakt til EM-undankappingardystin millum Kekkia og Føroyar, ið byrjar klokkan 19.15. Sjúrður fer at hava eina beinleiðis studiofrásøgn av dystinum. Andrias Eriksen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Veddingarfyritøkur: Kekkia-FøroyarHeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet  1.06 19.00 14.00
1xBet  1.08 20.00 12.50
bet-at-home  1.06 18.00 10.00
bet3651.0816.0011.00
Betclic  1.06 20.00 11.50
BetFair  1.05 20.00 13.00
BetVictor  1.0619.00 10.00
BetWay 1.05 17.0010.00
bwin  1.08 16.00 8.75
ComeOn  1.06 19.00 14.00
Interwetten  1.07 20.00 11.00
William Hill 1.0817.0011.00
youwin  1.08 17.00 8.50
Gjøgnumsnitsodds1.0718.3111.17

 

 

 

Mynd: HSF