Kekkia-Føroyar á FM1 klokkan 18.50 fríggjakvøldið

Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður til EM-undankappingardystin. Viðmerkjari verður Andrias Eriksen

Sjúrður H. Hoydal fer saman við viðmerkjaranum, Andriasi Eriksen at hava eina studiofrásøgn av EM-undankappingardystinum Kekkia-Føroyar, ið byrjar klokkan 19.15

Í kvøld fer FM1 at endurtaka leistin frá mikudegnum við studiofrásøgn av einum EM-undankappingardysti hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Aftaná tíðindasendingin á FM1 er liðug - umleið klokkan 18.50 - fer Sjúrður H. Hoydal at hava eina stutta upptakt til EM-undankappingardystin millum Kekkia og Føroyar, ið byrjar klokkan 19.15. 

Andrias Eriksen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Øll kunnu hoyra FM1 HER